Svíkur Tjóðveldisflokkurin føroysku tjóðina?

 Hví er tað so umráðandi hjá tjóðveldisfólki at sannføra øll um, at vit við uttanríkislógini hava avreitt rættindini? At sjálvsavgerðarrætturin er niðurbundin, at vit eru dnskir húskallar og at vit eru »kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne?« Skilur tjóðveldið veruliga ikki, hvussu vandamikið hetta er fyri sjálvstýrissakina, spyr løgmaður

Jóannes Eidesgaard, løgmaður



Í eini røð av lesarabrøvum undirgrevur Tjóðveldisflokkurin egna sak við aftur og aftur at føra fram, at vit við uttanríkispolitisku lógini eru komin undir grundlógina, og at tað nú nærum er ógjørligt at koma úr ríkisfelagsskapinum. Ringasta avleiðingini er, at fólkið verður villleitt, og í seinasta enda kann hetta skaða sjálvstýrismálið meira enn nakað annað. Innleggið frá Heidi Petersen »Sveik løgmaður føroysku tjóðina« er fult av pástandum, sum eru ikki bert skeivir, teir eru ógvuliga villleiðani.
Heidi Petersen førir fram, at »eftir at uttanríkislóginar vórðu samtyktar á Føroya Løgtingi í summar, skulu danir nú eisini avgera framtíð okkara, tí nú skulu tvey donsk fólkating og ein donsk atkvøða til fyri at lima okkum út úr kongaríkinum Danmark, og teirri donsku grundlógini.«
Veruleikin er, at donsku viðmerkingarnar siga, at skulu vit hava uppaftur víðari heimildir enn uttanríkislógin gevur okkum, uttan at vit fara úr danska ríkinum, so er neyðugt at broyta donsku grundlógina. Vit loysa frá Danmark eftir egnari avgerð nær vit vilja uttan nakra grundlógarbroyting yvirhøvur!
Uttanríkislógin broytir ikki eitt komma í ríkisrættarligu støðu okkara. Vit sleppa eins væl úr ríkisfelagsskapinum nú, sum áður.
Heidi Petersen skrivar víðari, at vit eru fullspottað, tí uttanríkislógin nú er fráboðað ST.
Uttanríkislógin hevði onga meingin givið, varð hon ikki fráboðað ST, tí tað er við fráboðanini, at umheimurin fær boð um, at vit nú hava víðkaðar heimildir á uttanríkispolitiska økinum!
Síðani skrivar Heidi, at »allur heimurin verður gjørdur kunnugur við, at Føroyar eru samrunnin partur av Danmark og er undirgivin donsku grundlógina.« Hvør skal siga, at henda seinasta fráboðanin frá dønum broytir nakað heilt grundleggjandi. Men sum eg fleiri ferðir havi ført fram, so hava danir sent fráboðanir til ST mangar ferðir síðani 1948, m. a. í 1998, har skrivað verður »According to this Act the Faroe Islands are a self-governing community within the Danish Realm«. Sum merkir: »Sambært hesi lóg (Heimastýrislógin) eru Føroyar eitt sjálvstýrandi fólkasamfund í danska ríkinum.«
Heidi Petersen veit fullvæl, at tað var Høgni Hoydal, varaløgmaður, sum umsat sjálvstýrismál, tá ið henda fráboðanin varð send ST.
Síðani vísir Heidi Petersen á brotið »... det vil derfor forudsætte en grundlovsændring, hvis Færøerne statsretligt skulle have adgang til på egne vegne at handle i mellemfolkelige anliggender«. Hvørki Føroyar ella Grønland hava í dag rættin at føra seg fram sum sjálvstøðug ríki, tí vit eru ikki sjálvstøðug ríki. Heldur ikki her broytir uttanríkispolitiska lógin nakað. Fara vit úr ríkinum, er henda regla sjálvandi ikki galdandi longur, tí tá er ikki talan um at geva einum parti av ríkinum sjálvstøðugar heimildir.
Hinvegin gevur Uttanríkispolitiska lógin okkum rættindi til at gera avtalur  uttan at biðja um heimildir í Danmark  á økjum vit sjálvi ráða yvir. Tí hava vit nýliga skrivað undir sáttmála við ES, Norra, Sveits og Ísland í sambandi við kummuleringsskipanina. Allir hesir sáttmálar eru undirskrivaðir av Føroyum, og uttan danska luttøku yvirhøvur. Hetta ber til einans tí at uttanríkispolitiska lógin kom í gildi á Ólavsøku.
Hví er tað so umráðandi hjá Heidi Petersen og Tjóðveldisflokkinum at sannføra føroyingar og umheimin um, at vit við uttanríkislógini hava avreitt rættindini? Við hugtøkum sum:
»sjálvsavgerðarrættur okkara liggur niðurbundin í danskari lóggávu«
»danskir húskallar heldur enn frælst fólk«
At vit nú bert eru »kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne?«
Skilur tjóðveldið veruliga ikki, hvussu vandamikið hetta er fyri sjálvstýrissakina?
»Eingin er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvan...« skrivar Heidi Petersen!!
jei@tinganes.fo