Suzukifelag Føroya skipar í døgunum 6. til 9. Juni fyri workshop - arbeiðsskeið - fyri næmingum, íð nema sær kunnleika innan violin eftir Suzuki frálæruháttinum - eisini nevndur móðurmálshátturin.
Lærararnir - Koen Rens og Wilfried van Gorp koma úr Belgia, har teir eru violinlærarar og hava stovna Belgian Suzuki Chamber Orchestra.
Í stuttum kann sigast um henda frálæruhátt, at tónleikur kann lærast á sama hátt sum móðurmálið verur lært - næmingarnir lurta eftir tónleiki og endurtaka hann á sítt ljóðføri, uttan at lesa nótar í fyrsta umfari. Vit læra fyrst at tosa okkara móðurmál og so at lesa tað, tá vit gerast eldri.
Hetta ber í sær, at næmingarnir kunna byrja nógv fyrr at fáa tónleikafrálæru og harvið stimbra menningina av teimum tónleikaligu gávum og partum av heilanum til koordinatión og harvið menning av innlæring sum heild.
Her á landi eru tríggir musikklærarir (2 violin og 1 tvørfloytu), íð hava útbúgving at undirvísa eftir hesum frálæruhátti. Hóast nýggjur frálæruháttur her á landi, so hava longu nakrir næminar verið uttanlanda til kappingar og onkur vunnið 1. Premiu sum 9 ára gamal á tóleikakapping uttanlanda.
Konsert við næmingunum verður sunnudagin í Vesturkirkjuni kl 17,00, har spæld verða klassisk tónleikaverk.
Á hesum skeiði tuttaka meira enn 30 børn og tey eru í aldrinum 6 til18 ár.