Workshop í violin spæli fyri børn og ung, er í hesum døgum í Tórshavnar og Vestmanna Musikkskúla. Tiltakið endar við stórfingnari konsert í Vestmanna Kirkju sunnudagin 11. juni kl. 16.00.
Tað er Suzukifelag Føroya, ið skipar fyri tiltakinum. Í hesum sambandi hevur felagið fingið vitjan av Jeanne Janssens, Wilfried van Gorp og Koen Rens, violinlærarar úr Belgia, ið nýta Suzuki frálæruháttin. Her heima eru tað violinlærararnir Annette Nielsen og <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Sámal Petersen"$?$end$!$Sámal Petersen</st1:PersonName$?$end$!$ sum dagliga nýta hendan frálæruháttin.<BR>
Suzuki frálæra
Suzuki frálæran er ein háttur at læra at spæla á ljóðføri, sum Dr. Shinichi Suzuki menti miðskeiðis í seinastu øld. Frálæran tekur støði í innlæring av móðurmáli hjá børnum. Flestu børn læra móðurmál sítt uttan trupulleikar. Suzuki var sanførdur um, at við rættari frálæru kunnu øll børn læra at spæla á ljóðføri.
Ljóðføri í barnastøddum verða brúkt. Fyrstu tíðina læra børnini tónleikin av at hoyra hann og at herma, heldur enn at læra nótar. Børnini spæla nógv í bólkum, og hava javnan framførðslur. Nógv verður gjørt fyri at tað skal vera stuttligt at spæla tónleik. Suzuki snýr seg um samstarv og um at stuðla hvørjum øðrum, heldur enn at kappast.
Foreldrini eru ein stórur partur av frálæruni. Foreldrini eiga at luttaka í venjingini, og at fáa innlit í hvussu barnið eigur at venja. Hvønn dag eiga foreldrini at vera saman við barninum, meðan vant verður. Í Føroyum hevur hesin hóttur verið nýttur við góðum úrslitum.










