Suzuki Intruder M1500

Intruder eru nakrar av flottastu cruisarunum hjá Suzuki. Umframt 1800 útgávurnar, fæst Intruder nú í 1500 útgávuni M1500.

Japanska Suzuki verksmiðjan er ein av heimsins størstu motorsúkkluverksmiðjum við einum stórum programmi við nógvum ymiskum motorsúkklum. Ein av nýggjheitum frá Suzuki er Intruder M1500.


M1500 er ein tekniskt framkomin motorsúkkla við trygdini í hásæti. Talan er um eina flotta súkkla við klassiskum designi og er sera væl útgjørd við t.d. SCAS (Suzuki Clutch Assist System), sum gera tað lætt at skifta gir og at nýta koblingina.


Intruder M1500 er ein súkkla, sum tekur seg væl út, er góð at sita á og at koyra. Hon er kvik og koyriegineikarnir eru heilt í topp, eisini við ferð í svingum. Instrumentini eru løtt at avlesa undir koyring. Motorurin er ein 1,5 litra vatnkøldur V2 (4-takt) við 80 hk.


Tað er MC-Sølan í Slættanesgøtu, sum umboðar Suzuki motorsúkklurnar. Fyritøkan umboðar motorsúkklumerkini Kawasaki og Ducati. Á heimasíðuni: www.mc-solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skutarum og hópin av leikjum til aðrar MC-síður. Suzuki Intruder M1500 kostar 122.000 krónur.