Suzuki "Bandit" við vatnkøldum motori og ABS

Fleiri nýggjheitir eru á veg frá Suzuki í Japan. Nýggjastu “GSF Bandit ” í 650 cc og 1250 cc útgávunum hava nú vatnkøldar motorar og ABS-bremsur

Motorsúkklurnar verða alt meira framkomnar og tryggar, so hvørt sum nýggj modell koma á marknaðin.

 
Fleiri nýggjheitir eru á veg frá Suzuki í Japan, ið teljast millum heimsins størstu framleiðarar av motorsúkklum og hava eitt sera stórt programm við nógvum ymiskum útgávum av motorsúkklum.
 
GSF modellini, við eftirnavninum ”Bandit”, hava nú fingið vatnkøldan motor í bæði 650 cc og 1250 cc útgávunum, umframt at tær eisini hava ABS-bremsur.
 
Hetta eru súkklur, sum Suzuki væntar sær nógv av. Málsetningurin var at gera tær mest framkomnu súkklurnar í sínum klassa, bæði hvat designi og teknikki viðvíkur.
 
Nógv verður gjørt burturúr komfortinum, t.d. kunnu bæði setur og róður stillast í hædd.
 
Motorarnir koyra sera væl, eru kvikir og trekkja væl, heilt frá tómgongd til reyða økið á snúningsteljaranum. Ein góð koyriuppliving. 650 cc útgávan hevur 85 hk við 10.500 snún/min, meðan útgávan við 1250 cc motorinum hevur 98 hk við 7.500 snún/min.
 
Frá MC-Søluni verður sagt, at súkklurnar koma til landið tíðliga í vár, og prísirnir byrja við kr. 67.900.