Suzuki Alto sum pizzabilur

Millum allar teir ymisku bilarnar sum koyra í býnum, eru pizzabilar blivnir alt meira vanligir í ferðsluni. Pizzakjallarin í Niels Finsensgøtu hevur nýliga dekorerað sær ein nýggjan Suzuki Alto pizzabil

At taka telefonina og ringja til eina pizzabar og fáa pizzair koyrdar heim er ein tænasta sum verður nógv brúkt í Havnini, tað síggja vit á øllum pizzabilunum sum koyra býnum.
Fyri halvumtriðja ári síðan byrjaði Regin Bláhamar í Havn við Pizzakjallaranum í Niels Finsensgøtu 21. Har kunnu fólk eisini eftir eini pizza og fáa hana koyrda heim. Vanligar dagar er útkoyringin frá kl. 17-23 og í vikuskiftinum frá kl 14-23.
Til ber eisini at bíleggja ein pizza yvir internetið, adressan er: www.pizzakjallarin.fo.

Pizzakjallarin hevur tveir bilar til at koyra pizzaðir út av húsinum við. Regin Bláhamar sigur at hann keypti ein brúktan Suzuki Alto, sum hann hevði í eitt ár. Hesin bilurin royndist so væl, at hann nú hevur keypt sær ein Alto av nýggjasta modellinum. Bilurin, sum Team 85 hevur dekorerað við búmerkjunum hjá Pizzakjallaranum, er kvikur og økonomiskur. Motorurin er ein 1,1 litur við 63 hk.
Bilurin koyrir umleið 100 kilometrar um dagin.


Myndatekstur:

Nýggi Suzuki Alto pizzabilurin hjá pizzakjallaranum