Suverenir SuSvim svimjarar

Suðuroyar Svimjifelag dominerar føroyskari svimjing í ár, eftir at felagið hevur vunnið 34 av 42 gullheiðursmerkjum í FM. Tríggir profilar settu øll metini hesaferð. Við profilum sum Pál Joensen, Malan V. Bærentsen og Sheilu Millum Garðarnar á odda vann Suðuroyar Svimjifelag 34 gull, 14 silvur og 11 bronsu í FM í svimjing, sum endaði í kvøld. Og felagið átti eisini flestu av metunum, ið vórðu sett hesaferð. Pál Joensen setti fimm, føroysk met ? í 100 m firvald, 100 m blandað, 200 m blandað, 400 m blandað og 200 m firvald. Malan V. Bærentsen prógvaði, at hon er besti bringusvimjari í landinum, tá hon setti met í 50 m bringu, 100 m bringu og 200 m bringu.

Størsti profilurin norðanfyri Suðuroyarfjørð er Kári J. á Høvdanum úr Fuglafjarðar Svimjifelag, sum setti føroyskt met í 50 m rygg, 100 m rygg og 200 m rygg. Avrikið og tíðirnar tryggjaðu honum gullnálina, ið er fínasti heiður fyri ein svimjara.

Tólvta metið í FM 2008 setti kvinnustafettin hjá Suðuroyar Svimjifelag, sum svam 4x50 m frí við tíðini 1:50:66.

Ikki óvæntað varð Pál Joensen valdur til Ársins Svimjara 2008, meðan Sheila Millum Garðarnar er Ársins Svimjari hjá kvinnum. Bæði eru úr Suðuroyar Svimjifelag. Ársins stjørnuskot eru Katarina S. Lamhauge úr Suðuroyar Svimjifelag og Jóhann Heðinsson úr Fuglafjarðar Svimjifelag. Heiðurin fingu tey í endahátíðini eftir FM 2008 í svimjihøllini í Gundadali.

Heiðursmerkjabýtið í FM 2008:

Suðuroyar Svimjifelag: 34 gull, 14 silvur, 11 bronsu

Fuglafjarðar Svimjifelag: 6 gull, 6 silvur, 12 bronsu

Havnar Svimjifelag: 2 gull, 14 silvur, 11 bronsu

Ægir: 2 silvur, 2 bronsu

Reki: 1 silvur

Flot: 1 bronsu