Suu Kyi styðjar tingingar

Andstøðuleiðarin í Burma, Aung San Suu Kyi, tekur undir við tilmælinum hjá amerikonsku stjórnini um beinleiðis tingingar við tað burmesiska hernaðarstýrið heldur enn at seta hart ímóti hørðum.

Hon leggur kortini dent á, at tað er umráðandi, at andstøðan verður tikin við í tingingarnar.

Tey seinastu nógvu árini hevur USA virkað fyri handilstiltøkum og øðrum tiltøkum ímóti Burma, men herfyri ásannaði Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, at tiltøkini hava ikki havt ta ætlaðu ávirkanina. Tí fer USA nú at royna aðrar leiðir, sum millum annað skulu eggja til demokratiskar nýskipanir, segði hon.