Fyri stuttari tíð síðani hevði tað verið óhugsandi, men á ST-aðalfundinum í New York nýtti forsetin í Myanmar, Thein Sein, høvi til at rósa andstøðuleiðaranum, Aung San Suu Kyi, fyri hennara stríð fyri demokratii. Samstundis hevur hann nevnt, at tað er als ikki óhugsandi, at Suu Kyi kann vinna forsetavalið í Myanmar í 2015.
-Tað er fólkið, sum ger av, um hon verður landsins leiðari. Góðtekur fólkið hana, noyðist eg eisini at gera tað, sigur Thein Sein í samrøðu við bretska kringvarpið BBC. Hann leggur afturat, at tað er eingin illstøða ímillum seg og andstøðuleiðaran. Tey arbeiða saman, sigur hann.
Forsetin, sum var ein av generalunum í fyrrverandi hernaðarstýrinum, sigur, at herurin fer framhaldandi at hava ein týðandi leiklut á tí politiska pallinum í Myanmar, tí hann er so væl umboðaður í tjóðartinginum.