Hollywoodstjørnan Kiefer Sutherland, ið annars vanligvís er ein hampuligur maður, varð í nátt tikin fyri at koyra ávirkaður. Kiefer Sutherland er mest kendur sum tann góði Jack Bauer í sjónvarpsrøðini ?24 tímar?, ið er at síggja á SVF hvørt mánakvøld kl. 22.30. Men í nátt varð hann so kendur fyri
nøkrum heilt øðrum.
Løgreglan steðgaði Sutherland í vestliga partinum av Hollywood við La Cienega og Beverly kl. 01.35. Løgreglumennirnir sóu lættliga, at hann var ávirkaður og eftir at hann var dumpaður til royndina, handtóku teir hann fyri rúsdrekkakoyring.









