So er Juniormeistarastevnan og Føroyameistarastevnan avgreidd fyri í ár, og úrslitið var at Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki bæði í juniorbólkinum og opna bólkinum.
Heiðursmerkjabýti JM 2014
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
SuSvim | 17 | 13 | 5 |
Ægir | 12 | 8 | 7 |
HS | 9 | 12 | 15 |
Reysti | 1 | 5 | 5 |
FLOT | 0 | 2 | 4 |
Heiðursmerkjabýti FM 2014
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
SuSvim | 19 | 12 | 12 |
Ægir | 14 | 14 | 9 |
FLOT | 5 | 0 | 2 |
HS | 4 | 16 | 15 |
Reysti | 0 | 0 | 4 |
Ásbjørg Hjelm setti føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon fríggjamorgunin svam teinin uppá 33.90 sekund. Ásbjørg setti eisini nýtt føroyskt juniormet, tá ið hon leygarkvøldið svam 100 metra bringusvimjing uppá 1 minutt og 14.52 sekund.
Emma Festirstein Nystrøm setti nýtt føroyskt met í 200 metra bringusvimjing, tá ið hon hon í kvøld svam teinin uppá 2 minuttir og 36.12 sekund.
Og teir fýra Høgni Simonsen, Dánjal Martin Hofgaard, Eyðbjørn Joensen og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag settu nýtt føroyskt met í 4x50 metra frísvimjing, tá ið teir svumu tann teinin uppá tilsamans 1 minutt og 35.06 sekund.
Pál Joensen skrivaði søgu við at fara upp um 100 gullmerki tilsamans á Føroyameistarastevnu, bæði íroknað liðsvimjingar og sum einstaklingur. Hann hevur nú vunnið 101 gullmerki sum einstaklingur, og 105 um vit telja liðsvimjingarnar við.