Sussi og Leo komin til Føroya

Kenda danska duoin Sussi og Leo eru júst nú komin til landið.

Sussi og Leo eru m.a. komin í sambandi við Mentanarvikuna í Runavík, har tey fara at undirhalda í Høllini í Runavík leygarkvøldið 27. oktober. Fríggjakvøldið 26.oktober spæla tey fyri suðuroyingum í Tvøroyrar klubba. Sussi og Leo eru millum kendasta undirhaldarar í Danmark. Tey eru bæði frá Saltum, norðaliga í Jútlandi, og tey hava mong ár á baki sum tónleikarar og undirhaldarar. Sussi og Leo gleða seg til at spæla fyri føroyingum. Hetta er fyrstu ferð, at tey eru í Føroyum.