Susanne Brattaberg mennir føroyskar sangarar

Musikkur er ikki bara ein pen kombinatión av tónum, ið teoretiskt ljóða val saman. Um ætlanin er at røra okkara djúpastu kenslur, so krevur hetta meiri enn at endurtaka tónar Suðuroyarportalurin hevði um jólini samroðu við Susanne Brattaberg, sum aftur hevur sangvenjing í Vági. Susanne er týsk og er gift við operasangaranum, Rúna Brattaberg, sum er úr Vági. Susanne er útbúgvin í Amsterdam og hevur sungið fleiri kendar opera-ariur. Tey baði, Susanne og Rúni, starvast sum operasangarar í Ulm í Týsklandi. Á hvorjum ári ferðast hon nakrar ferðir til Føroya at geva sangundirvísing.

 

Vit endurgeva her brot úr samrøðuni:

- Eg byrjaði í januar 2006 at undirvísa í sangi í Føroyum. Eftir hesi fyrstu 2 árini kann eg so lýta aftur á hesi árini, taka samanum og meta um hvat er komið burturúr.

Føroyar eru ein ?Syngjandi tjóð? sum t.d. Italia. Áhugin fyri sangi er ótrúliga stórur. Fyrr varð bara sungin einræddaður sangur, t.d. sálmar, skjaldur og kvæði. Men fyri umleið 70 árum síðani vórðu fyrstu kórini sett á stovn, ið sungu fleirraddaðan sang, sum eisini tóku klassiskan tónleik á skránna, og sum estestiskt logdu seg eftir tí klassiska ljóm-idealinum: Tað vil siga sangarar kundu ikki drynja og kvøða, tá teir sungu í fleirraddaðum kóri.

Síðani ?Utvarp Foroya? kom í 1957 byrjaðu sangarar at nýta mikrofon t.d. til popp, jazz, rock o.s.fr, sigur Sussanne Brattaberg við Suðuroyarportalin.

-Tað finnist helst einki land í heiminum, ið hevur so nógvar popp-rock og aðrar bólkar sum Foroyar. Hetta sama er eisini við kórunum. Tað er neyvan nakað annað land í heiminum, ið hevur so nógv kór sum Foroyar í mun til fólkatalið, sigur Susanne m.a. við Suðuroyarportalin.