Súsanna Poulsen nýggjur stjóri Keypssamtøkuni

1. juni 2022 tekur Súsanna Poulsen við sum stjóri í Føroya Keypssamtøku

Hon er ættað úr Havn og er 47 ára gomul.

 

Súsanna Poulsen hevur drúgvar royndir innan detailhandil og kemur úr starvi sum rakstrarstjóri í Pisiffik í Grønlandi, har hon hevur havt dagligu leiðsluna av 54 handlum.

 

Súsanna tekur við starvinum sum stjóri eftir Finn Nielsen, sum hevur røkt starvið í góð 40 ár.