Súsanna og Kári fáa starvsløn í eitt ár

Mentanargrunnurin hevur júst almannakunngjørt, hvør fær starvsløn. Tónaskaldið Kári Bæk og sjónleikarin Súsanna Tórgarð fáa størstu lønina hesaferð

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvslønirnar í 2014 til listaligt og mentanarligt arbeiði soleiðis:

 

Kári Bæk12mánaðir
Súsanna Tórgarð12mánaðir
Heiðrik á Heygum6mánaðir
Heri Joensen6mánaðir
Marius Olsen6mánaðir
Zacharias Sørensen6mánaðir

 

Nevndin hevur í ár gjørt av ikki at lata eina 3 ára starvsløn. Avgerð nevndarinnar er grundað á tær mongu dygdarumsóknir, har søkt var um starvsløn í styttri tíðarskeið. Av tí at nevndin hevur gjørt av at játta fleiri av hesum umsøkjarum starvsløn, var ikki rúm fyri at játta eina 3 ára starvsløn í ár.

 

Tilsamans 115 mánaðarlønir fyri  2,9 milliónir eru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði. Tilsamans vóru 112 umsøkjarar, ið søktu um starvsløn fyri góðar 32 milliónir krónur.  Av teimum vóru 38 umsóknir játtaðar.

 

Umframt tey seks, sum longu eru nevnd í hesi grein, hevur Mentanargrunnurin latið hesum 32 umsøkjarum starvsløn:

 

Durita Holm3mánaðir
Greta Svabo Bech3mánaðir
Guðrið Hansdóttir3mánaðir
Gvøðny Miriam Gunnarsson3mánaðir
Hans Tórgarð3mánaðir
Hansina Iversen3mánaðir
Ingun Christensen3mánaðir
Jensina Olsen3mánaðir
Kaj Johannesen3mánaðir
Katrin Ottarsdóttir3mánaðir
Kristina Sundar Hansen3mánaðir
Tóroddur Poulsen3mánaðir
Valdemar á Løgmansbø3mánaðir
Arnold Ludvig2mánaðir
Búgvi Róin2mánaðir
Edvard S. Olsen2mánaðir
Gudmund Helmsdal Nielsen2mánaðir
Gutti Winther2mánaðir
Ísak Sambleben2mánaðir
Jón McBirnie2mánaðir
Kaj Klein2mánaðir
Kinna Poulsen2mánaðir
Pætur M. Dahl2mánaðir
Theodor Kapnas2mánaðir
Uni Reinert Debess2mánaðir
Unn Paturson2mánaðir
Elin Josefina Smith1mánað
Jóannis Sørensen1mánað
Jón Joensen1mánað
Kristianna Winther Poulsen1mánað
Pól Jespersen1mánað
Ranvør Isholm1mánað

  

Íverksetanarstudningur varð latin 4 umsøkjarum – kr. 300.000 tilsamans. Umsøkjararnir vóru 10 í tali.