Súsanna og Brøndby VK víðari í semifinalurnar

Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og lið hennara Brøndby VK spældu seg í kvøld víðari í semifinalurnar í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri kvinnur.

 

Súsanna og Brøndby VK vunnu 3-2 á Team Køge við settúrslitunum 20-25, 25-19, 25-21, 15-25 og 15-6. Fyrri dysturin í Køge endaði eisini við 3-2 sigri til Brøndby.

 

Súsanna spældi ein góðan dyst og vann 9 stig til Brøndby í hesum dystinum. 

 

Tað er enn ikki greitt, hvørjum Súsanna og Brøndby VK møta í semifinalunum.

 

Brøndby VK gjørdust meistarar síðsta kappingarár og eru tí enn við í stríðnum um meistaraheitið, hóast byrjanin av hesum kappingarárinum ikki var av so góð.