Súsanna Eliassen nýggjur ambassadørur fyri Føroyar

Forkvinnan í Eydnudeildini, Súsanna Eliassen, er nýggjur ambassadørur fyri Føroyar.

(Kelda: Tórshavnar kommuna)

Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Tórshavnar Kommuna hava skapað eitt netverk við eldhugaðum og motiverandi ambassadørum, sum bjóða Føroyar og Tórshavnar kommunu fram sum eitt stað at halda altjóða fundir, ráðstevnur og tiltøk.

 

Á móttøku fyri Eydnudeildini og Lykkeliga á Hotel Føroyum skírisdag, handaði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu nýggja ambassadørinum prógvið.

 

Grundgevingin fyri at tilnevna Súsannu Eliassen er:

 

– Ein Ambassador of the Faroe Islands er heitið fyri hana, sum hevur lovað at arbeiða fyri at fáa eitt altjóða ítróttartiltak, fund ella ráðstevnu til Føroya. Ambassadørurin er stoltur av Føroyum, har hon býr og virkar.

Hetta hevur Súsanna Eliassen, forkvinna í Eydnudeildini, longu megnað og er tað uppá tíðina, at hon fær handað Ambassadørprógv, sum ein rættur ambassadørur.

 

(Kelda: Tórshavnar kommuna)