50 ára gamla bretska sangstjørnan, Susan Boyle, ið gjørdist kend í 2009, tá hon vann talentkappingina Britains Got Talent, kennir seg sera einsamalla. Eisini sær hon onkuntíð mammu sína í húsinum hjá sær, sjálvt um hon er deyð. Susan Boyle er enn búsitandi í húsinum, sum hon vaks upp í.
- Mamma mín segði við meg: ,,Ansa eftir húsi mínum, og kettu mínari, Pebbles. Og tað er tað, sum eg havi gjørt. Eg havi fyrr sæð mína deyðu mammu í húsinum onkuntíð. Eg veit ikki ordiliga, hvussu eg havi tað við deyðum fólkum, ið vísa seg aftur. Hetta sigur Boyle við The Daily Mail.
Hon sigur eisini, at mamman sá út til at hava tað gott.
- Hon sá ikki út til at vera kedd ella ávirkað av nøkrum. Eg giti sjálv, at hon vildi siga við meg, at hon hevði tað gott. Tá hon doyði, hevði eg eina kenslu av, at hon hevði svikið meg. Kanska royndi hon at siga, at tað gjørdi hon ikki.
Í samrøðuni við blaðið leggur hon afturat, at hon ofta kennir seg sera einsamalla, tí at nógv av hennara nærmastu eru deyð.
- Mín størsti trupulleiki er, at eg ofta kenni meg einsamalla. Serliga um næturnar. Eg havi altíð verið bangin fyri, at eg skuldi verða einsamøll. Og tað eri eg nú. Øll eru deyð, og eg standi einsamøll eftir. Upp á eitt stutt tíðarskeið í nøkur ár, doyðu mamma mín, pápi mín, systur mín og gubbi mín. Hetta var sera hart fyri meg, sigur Susan Boyle at enda.
Skrivað hevur: Neli Heldarskarð