Einar Kárason fortaldi einaferð um ein íslending, sum ongantíð hevði verið burturi og ferðast og heldur ikki hevði tann stóra hugin. Vinmenninir gingu á hann og søgdu, at hann mátti út at líta seg íkring, hvussu alt var annarleiðis enn í Íslandi. At enda orkaði maðurin ikki at hoyra teirra grenj longur, so hann gjørdi av at fara út at síggja stóru verð. Hann fór við Smyrli til Føroya. Eftir at hava steðgað í einar fjúrtan dagar fór hann aftur til Íslands og bar vinmonnunum tey tíðindir, at hann ikki helt, at útheimurin var stórt øðrvísi enn Ísland.
Rætt er, at føroyingar og íslendingar í mangar mátar eru líkir, men á einum øki víkja við fullkomiliga frá hvørjum øðrum. Íslendingar hava frá fyrndartíð havt virðing fyri bókmentum og rithøvundum, og hetta merkist aftur í samfelagnum í dag. Í Føroyum hevur tað øvut verið tosað um at lesa seg býttan, og tann tvørrandi virðingin fyri bókmentum sæst aftur í føroyskum mentanarpolitikki. Hann finst nevniliga at kalla ikki, er í flestu førum bara eitt eiti. Løgtingið samtykkir nú og tá ymiskt á hendan bógvin, illanstíð øðrvísi, men "gloyma" oftani at játta pening til samtyktirnar. Ein mentanarlig líkasæla valdar.
Einaferð hevði Mentunargrunnur Føroya Løgtings 1,8 milliónir at býta út til útgávur og mentanarlig tiltøk. So broytti grunnurin navn til Mentunargrunn Landsins, og nú hevur hann 900 túsund krónur til somu endamál. Men hóast stuðulin er skorin niður í eina helvt, metir formaðurin í grunninum ikki, "at tað fer at ganga út yvir nakran" (Rói Patursson í Sosialinum 22/2-02). Jú, tað kann eg lova tær fyri, at tað fer at ganga út yvir nakran. Tað hevur tað longu gjørt.
Í sjónvarpinum segði sami formaður, at forløgini mugu royna at virka undir handilsligum treytum. Tað verður torført, at kalla ógjørligt. Akkurát tí tann føroyski marknaðurin er so avmarkaður, ber tað ikki til at lata eina fullkomna liberalismu ráða á hesum øki.
Í teimum flestu føroysku forløgunum er alt arbeiðið sjálvboðið, tey einastu, sum fáa pengar aftur fyri, eru prentsmiðjurnar og bókahandlarnir. Verður nú tráhildið um, at bókaútgávan næstan ikki skal stuðlast, verður tað ikki til survival of the fittest, men survival of the fattest. Tey forløg, sum standa á fíggjarlógini - Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags - fara at yvirliva, meðan tey flestu av hinum fara at hvørva. Vit fara aftur í tíðina, tá ið Egið Forlag var nógv størsta forlag í landinum.
Millum tey forløg, sum nú gevast ella akkurát hóra undan eru Sprotin, Fannir, Stiðin og Mentunargrunnur Studentafelagsins. Hyggja vit at útgávunum hjá hesum forløgum tey seinnu árini, so hava tey givið tað mesta av føroyskum fagurbókmentum út, somuleiðis klassiskar týðingar og yrkisbókmentir á høgum støði. Nógv av hesum verður komandi ikki givið út. Samprentsbøkurnar og ymiskt siðsøguligt fer at halda fram, meðan fitt av føroyskum upprunatilfari verður dripið í egginum. Umsóknin verður ongantíð send til Mentunargrunn Landsins, tí tað er ikki somikið vert.