Tað gongur strálandi hjá tónleikabólkinum Surma, sum er mannaður av føroyska Hera Joensen og kekkisku sangarinnuni Viktorie Surmová.
Nú hava tey júst byrjað nýtt samstarv við heimskenda plátufelagið Metal Blade Records, sum er sera viðurkent í tungmálmsheiminum.
Heri og Viktorie eru ovurfegin, siga tey í viðmerking í tíðindaskrivinum hjá Metal Blade Records.
- Vit hava arbeitt uppá tónleikin í eitt ár nú, og vit eru sera væl nøgd við úrslitini. Vit taka hendan stóra møguleikan í størsta álvara, og vit gleða okkum at vísa heiminum okkara tónleik, siga tey.
Nýggj fløga við Surma kemur út komandi ár.











