Ísurin oyðilagt nógvar bátar

Í Serbia hava stórir ísflakar á Donau-ánni oyðilagt fleiri hundrað bátar og gjørt skaða á fleiri matstovur, sum standa á stólpum fram við ánni.

Tann nógvi kuldin herfyri gjørdi, at Donau frysti, og nú tað er vorðið lýggjari, er ísurin brotnaður í størri og smærri flakar, sum reka við streyminum. Serbisku myndugleikarnir siga, at ísurin hevur brotið nógvar bátar.

Donau er 2.860 kilometrar long og rennur ígjøgnum níggju lond. Áin er týðandi flutningsleið, men tær seinastu vikurnar hevur hon verið stongd orsakað av ísinum.