Hin 20. september í fjør segði Varðin í Gøtu, at tað gongur væl við byggingini av surimivirkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, og at virkið væntandi verður klárt at fara undir framleiðslu upp undir ársenda í 2016.
Surimivirkið er liður í langtíðarætlanunum hjá Varðanum, sum alla tíðina miðjar eftir at vera eitt felag, sum framleiðir matvørur og sum virðisøkir tilfeingið. Svartkjaftur er væl egnaður til surimi, og tað eru fleiri skip og virkir kring heimin, sum hava framleitt surimi í mong ár við góðum úrsliti.
- Vit meta eisini, at vit fara megna hetta, hevur stjórin á Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen, sagt.
Upprunaliga var ætlanin, at surimivirkið á Tvøroyri skuldi royndarkoyrast í desember í fjør, og síðan var væntandi, at verulig framleiðsla kundi byrja á virkinum stutt eftir ársskiftið. Men, tað hevur verið væl meira at gera á Varðanum Pelagic higartil í ár, enn roknað varð við, tá 2016 nærkaðist endanum.
Í byrjanini av 2017 keypti virkið fleiri lastir av makreli, og seinnu tíðina hava eisini nøkur norsk skip verið á Tvøroyri við lodnu, sum skipini hava fiskað í íslendskum sjógvi. Sum skilst á Varðanum Pelagic hevur nógva arbeiðið, sum verið hevur higartil í ár, líka sum seinkað surimivirkinum nakað.
Men, tað er gongd í, og nú Varðin Pelagic hevur keypt seinastu lastirnar av makreli og lodnu í hesi vertíðini, verður ætlandi meira ferð sett á fyri at koma undir land við surimivirkinum.
Í løtuni fáa føroysku svartkjaftaskipini nógvan svartkjaft vestan fyri Írland, men enn eru maskinurnar á surimivirkinum á Tvøroyri ikki farnar at mala, og tí verður tað ikki hesin svartkjafturin, sum verður virkaður til surimi. Svartkjaftaskipini landa í Fuglafirði, har hesin fiskur kemur væl við í framleiðsluni á Havsbrún.