Er samanhangur millum net-surfing og tunglyndi? Tað er í øllum førum ikki óhugsandi, siga enskir granskarar. Teir staðfesta, at tess longri tíð ein brúkar á alnótini, tess minni eru sannlíkindini fyri at ein gerst eydnusamur. Men um ein fær tunglyndi av at surfa nógv á netinum, ella um fólk við tunglyndi verða bundin av alnótini, tora teir ikki at staðfesta. Granskararnir við stovnin fyri sálarliga vísind á Lærda Háskúlanum í Leeds vísa á, at alnótin hevur stóran leiklut í lívinum hjá nútíðar menniskjanum. Men fyrimunirnir verða eisini tætt fylgdir av eini daprari síðu. 1300 bretar í aldrinum 16 til 51 ár luttóku í kanningini. Granskararnir brúktu júst alnótina at fáa samband við øll hesi fólkini.










