Samskifti
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Við nýggjari breiðbandstøkni, ið byrjað verður at seta upp í summar, ætlar Føroya Tele sær helst at gera eitt av teimum heilt góðu hálunum.
Gongur sum ætlað, fer Føroya Tele í summar at taka í nýtslu fyrsta partin av nýggjari tøkni, sum kann veita tænastur á tráðleysum breiðbandi við háferð.
Tráðleysa breiðbandsnetið er grundað á nýggjastu tøknina, ið ofta verður nevnd 3,5G – ið merkir hálvtfjórðaættarliðstøkni. Í fyrsta umfari verður ferðin upp til 14 Mbps, men longu innan fyrsta árið ætlar Føroya Tele at økja ferðina upp til 21 Mbps.
Kunnu røkka út til 100 fjórðingar
Hetta er tó inni á meginlandinum, og í fyrstu atløgu Tórshavn, Klaksvík, Skálafjørðinum og á flogvøllinum, ið verður liðugt sett upp í summar. Tað stóra hálið verður tó tá netið er liðugt útbygt, og kemur at fevna um meginpartin av bygda landøkinum og føroyskt sjóøki.
- Tað ber til at seta langtrøkkandi antennur upp, sum dekka eitt so stórt sjóøki sum gjørligt. Gamla GSM netið røkkur einar 80 kilometrar út, men við nýggju tøknini verður tann maksimala víddin heilt upp til 200 kilometrar (108 fjórðingar, blm.). Men sjálvandi fellur ferðin á breiðbandinum, longri út tú kemur, sigur Jan Mortensen, ið er stjóri á FT Samskifti, ið er døtturfelag hjá Føroya Tele.
Hetta merkir so at verða slíkar mastrar settar upp á ymsu oddunum á landøkinum, kunnu flestu útróðrarmenn og sjómenn annars, ið fiska innanfyri 100 fjórðingar, surfa við breiðbandsferð og somu prísum sum tey á landi.
Rætta trupulleikan við donglunum
Nýggja skipanin og nýggja tøknin kemur at virka á líknandi hátt sum tann, ið longu er tøk á føroyska marknaðinum við »Donglum«.
- Nýggja skipanin er í veruleikanum tvey ymisk net. Antin koyrir tú yvir fartelefonnetið, ella koyrir tú yvir tráðleysa netið við antin eini donglu, ella einum innbygdum tráðleysum korti, ið flestu nýggju teldur í dag hava, greiðir Jan Mortensen frá.
Trupulleikar hava verið við teirri skipanini, sum higartil hevur verið tøk hjá báðum telefeløgunum í Føroyum. Skipanin hevur virkað illa, og hevur víst seg at verða alt annað enn støðug. Brúkarar av verandi tøkni hava upplivað at missa sambandið javnan, umframt at ferðin hevur verið sera sveiggjandi.
Henda trupulleikan eru tey á Føroya Tele varug við.
- Trupulleikin við donglunum og teirri skipanini er, at hon varð meir ella minnið skundað ígjøgnum, og at donglarnir vóru ikki nóg kompatiblir við skipanina hjá okkum. Vit vita, at hetta hevur ikki virkað nóg væl, og tí mugu vit finna eitt annað merki av donglum, ið rigga nóg væl. Henda skipanin hevur ikki verið heilt lýtarleys, ásannar Jan Mortensen.
Sama støði sum grannalondini
Fleiri ferðir hava ræddir verið frammi um at Føroyar ikki eru kappingarfør tøkniliga. Men við nýggju tøknini ætlar Føroya Tele at hála væl innaftur á grannalondini tøkniliga.
Nýggja netið, ið tey eru við at seta upp, er eitt sokallað UMTS-net, ella 3G net, og minnir um GSM netið. Henda tøknin, ið nú verður sett upp, er av slagnum 3,5G, og kann geva ferð upp til í fyrsta lagi 14, og seinni 21 Mbps.
Hetta merkir eina download ferð á – teoretiskt sæð – 2,5 megabyte um sekundið. Tó verður tað í praksis ongantíð heilt so skjótt.
- Tað, sum er implementerað aðrastaðni rundanum okkum, er net við ferð upp í 7 Mbps. Hetta er tann sama tøknin, ið okkara kappingarneyti (Vodafone, blm.), hava roynt at implementera. Men vit hava valt at fara beinleiðis inn í nýggju generatiónina, og hetta merkir at vit koma upp á 14 og seinni 21 Mbps, greiðir Jan Mortensen frá.
Eingin avgerð um prísir
Tøkniliga er Føroya Tele sostatt við at hála inn á grannalondini hjá Føroyum. Nakað heilt annað er so prísurin, ið eisini hevur verið sera nógv um- og átalaður. Her hevur Føroya Tele enn onga avgerð tikið um prísirnar.
Hinvegin kann Jan Mortensen avdúka, at pakkarnir, teir fara at bjóða út, verða líkir teimum pakkum, ið vit kenna til frá breiðbandshaldunum.
- Nýggja skipanin fær neyvan flatrate. Men tað verða pakkar, har vit bjóða kundanum at downloada frítt til eitt vist, og síðan verður ein takstur helst á ferðslu omanfyri hetta. Men við hesari ferðini verður tað tó nógv størri pakkar, enn teir vit kenna frá breiðbandshaldunum.
Føroya Tele fer nú undir at seta útgerðina upp, og so verður spennandi at vita um prísirnir. Í øðrum londum, har henda tøknin júst verður implementerað, hava serfrøðingar og brúkarar funnist hvassliga at prísunum, ið teir enn kalla himmalhøgir.