Superveteranur í málinum hjá oddaliðnum

1.DEILD: 40 ára gamli veteranurin Bjarni Johansen var í FC Suðuroy málinum, tá ið FC Suðuroy við sannførandi sigri á útivølli staðfesti sína støðu sum favorittur at flyta upp
Mikukvøldið verður 23. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini. Tá verður oddaliðið FC Suðuroy partur av grannauppgerð ímóti TB. Uppgerðin verður í Hvalba, og tá er møguleiki fyri, at FC Suðuroy fer at tryggja sær rættin at spæla í bestu deildini næsta kappingarár. FC Suðuroy er níggju stig frammanfyri TB. Um samansetta liðið vinnur fulla úrtøku, so verður munurin tólv stig, og væl betri málmuni enn kappingarneytarnir er FC Suðuroy so at siga eitt stig eyka frammanfyri.
Leygardagin var FC Suðuroy í Streymnesi. 35 ára gamli Stanislav Kuzma varð rikin av vølli næstsíðsta leygardag á Argjum. Tí var superveteranurin, 40 ára gamli Bjarni Johansen í málinum í Streymnesi. Bjarni hevur vart málið á næstbesta felagsliðnum higartil í ár, og hann loysti uppgávuna væl, tí FC Suðuroy vann 3-0.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði FC Suðuroy seg á odda, og tá ið ein tími var farin, var spenningurin farin úr uppgerðini, tí tá var 3-0 til FC Suðuroy, og hetta varð eisini úrslitið. Teir báðir, sum hava skorað flest mál fyri FC Suðuroy í ár, eru John T. Poulsen, sum síðsta vikuskifti var málverji í ein tíma á Argjum, og David Asare. John T. Poulsen skoraði fyrsta máli, tá ið 1. hálvleikur var knappliga hálvrunnin, og David Asare skoraði hini bæði eftir lítlari løtu, tá ið ein tími var farin.
TB var á Skála, og har var heldur einki at rafla um. Longu eftir ein hálvan tíma var støðan 2-0. Miðverjin Dmitrije Jankovic skoraði fyrsta málið við høvdinum, eftir at miðvallarin Bárður Dimon hevði roynt seg ímóti málinum, og Rógvi Joensen økti til 2-0 við góðum skoti eftir fína fríspæling frá Bojan Timic.
Heimaliðið hevði lotið undan í 2. hálvleiki, og fyrstu løtuna spruttaði Skála, sum ikki hevði havt so nógvar royndir undan hvíldini. Men so svaraði TB aftur, og Dmitrije Jankovic staðfesti 3-0 sigurin, eftir at Bojan Timic hevði sent frísparkssending innfyri.
Tað varð roknað við, at AB fór at fáa sína søk fyri í Gundadali ímóti HB, sum stríðist fyri lívinum, men AB legði seg í 1. hálvleiki á odda við tveimum málum, sum Stig Roar Søbstad og Milan Kuljic skoraðu. Spenningur kom í aftur, tá ið Óli Arge fimm minuttir eftir steðgin minkaði um munin. Miðskeiðis í 2. hálvleiki noyddust fyrst Óli Arge hjá HB og síðani Jobin Drangastein hjá AB av vøllinum, tí teir høvdu sæð gula kortið tvær ferðir í part, og fimm teir síðstu minuttirnar skoraði AB tvær ferðir aftrat. Málskjúttar vóru Jónas Stenberg og Milan Kuljic.
Oyggjauppgerðina í Eysturoy vann NSÍ á heimavølli ímóti Víkingi. Heimaliðið hevði fríska lotið undan í 1. hálvleiki, og tá ið stórur hálvur tími var farin, skoraði Andrias á Líknagøtu, tá ið hann varð púra leysur, eftir at ein verjuspælari hevði kiksað stútara.
Hóast Víkingur hevði lotið undan í 2. hálvleiki, so var tað NSÍ, sum skoraði miðskeiðis í 2. hálvleiki. Málskjútti var Rógvi Højgaard. Lítla løtu undan leikloki minkaði Per Gregersen um munin til 2-1. Tað var spennandi fram imóti dystarenda, men NSÍ helt tørn um leiðsluna, og harvið er NSí trygt á fjórða plássi.
Í 22. royndini eydnaðist tað 07 Vestur at vinna fyrstu stigini. Tey vórðu vunnin á heimavølli ímóti FC Hoyvík, sum flýtur tungt í sjónum. Úrslitið var 3-1. Í 1. hálvleiki skoraði 07 Vestur tvey mál, og tá ið vágamenn eftir stóran tíma øktu um munin til 3-0, vóru fyrstu stigini mest sum komin til høldar, hóast FC Hoyvík minkaði um munin, tá ið tað restaðu 20 minuttir.


NSÍ-Víkingur 2-1 (1-0)
1-0: Andrias á Líknagøtu 34.
2-0: Rógvi Højgaard 64.
2-1: Per Gregersen 84.

Skála-TB 0-3 (0-2)
0-1: Dmitrije Jankovic 22.
0-2: Rógvi Joensen 27.
0-3: Dmitrije Jankovic 75.

07 Vestur-FC Hoyvík 3-1 (2-0)
1-0: Jákup Olsen 6.
2-0: Jóhan Selfoss 24.
3-0: Henning S. Joensen 64.
3-1: Jákup Lamhauge 71.
Reytt kort: Høgni Warberg, FC Hoyvík, 90.

HB-AB 1-4 (0-2)
0-1: Stig Roar Søbstad 21.
0-2: Milan Kuljic 31.
1-2: Óli Arge 50.
1-3: Jónas Stenberg 85.
1-4: Milan Kuljic 90.
Reytt kort: Óli Arge, HB (2 gul) 67., Jobin Drangastein, AB (2 gul), 71.

EB/Streymur-FC Suðuroy 0-3 (0-1)
0-1: John T. Poulsen 20.
0-2: David Asare 60.
0-3: David Asare 62.

Hagtøl stuðlað av dómaraseðlunum umvegis faroesoccer.com

Støðan
FC Suðuroy 58
AB 49
TB 49
NSÍ 35
Skála 31
Víkingur 28
EB/Streymur 22
HB 21
FC Hoyvík 20
07 Vestur 3

23. umfar
Mikudagin 28. september
Víkingur-07 Vestur
TB-FC Suðuroy
FC Hoyvík-Skála
EB/Streymur-HB
AB-NSÍ