Kim Simonsen
Vit kenna Superman sum Clark Kent, ið er hin heldur nørduti blaðmaðurin. Hann vaks til, men var sjálvandi ongantíð sum hini, tí hann hevði heilt óvanlig evni.
Marvel og USA
Batman, Superman, Hulk, Daredevil og øll tey frá Marvel eru úr USA. Fólk skilja kanska ikki, hvat er so gott við Spiderman, Daredevil og teimum frá Marvel. Tað finst eitt orð at lýsa hetta: pína. Teir hava allir mist alt. Familjuna, hina elskaðu, sjónina og eru bitnir ella eitraðir av onkrum, ið gevur teim teirra øgiligu evni fram um onnur.
Teir hava allir tveir samleikar. Um dagin er Daredevil ein blindur advokatur, øll taka eitt sindur synd í, men um náttina sveiggjar hann seg millum háhúsini í New York, heimsins mest framkomna býi. Men eisini ein av heimsins ráastu býum. Superman er keðiligi tíðindamaðurin Clark Kent, ið damurnar ikki eru so áhugaðar í. Teir eru vanlig grá menniskju, men um náttina bjarga teir okkum øllum frá tí ónda. Batman hevur sín Jokara. Daredevil sín Bullseye. Superman sínar »larger than life«-óndu fanar at berjast við, serliga Lex Luthor.
Pínan skapar óttaleys folk
Nógvar av hesum superhetjum eru genialar, tí tær bera júst sorgina í barmi. Tær hava longu mist alt, og eru tí ikki bangnar fyri nøkrum. Vandamiklasti persónurin er tann uttan ótta; men hesin hevur eisini slept vónini í lívinum. Tá Daredevil sum vaksin finnur mannin, ið drap faðirin, tá hann var 12, sær hann, at hann ikki fær frið í sálina av at drepa hendan mann. Hann sær, at sorgin ikki hvørvur av hesum. Og er tað ikki ein Shakespear-endi?
Superhetjur eru allar í vanda fyri at detta inn í óndskapin sjálvar, tí tær hava pínuna og tað demoniska í barmi eisini. Tær eru fullar í avmakt, hatri og vónloysisøði.
Sum so er eingin munur á Spiderman og King Lear ella Hamlet, dananum hetta duga fólk bert ikki at síggja. Tey flestu eru von við, at teknirøðir hava einki við list at gera, men hetta er eitt stórt mistak.
Batman kenna vit sum eina hetju frá teknirøðum, longu í 1939 sóu vit Batman sveiggja seg millum háhúsini í óhugnaliga býinum Gotham City. Seinni gav Frank Miller røðini um Batman nýtt lív, tá hann útgav "The Dark Knight Returns" í 1986. Batman hevur ofta verið gjørdur til film áður, millum annað av Tim Burton Batman í 1989. Batman er sum Superman, tó ein av teim meira keðiligu hetjunum, hann hevur til dømis eingi serlig evni. Hann minnir um The Shadow, Mandrake, Fantomet, Captain America, Captain Marvel, Flash, Spectre, Hawkman, Sandman, Green Lantern, Hour-Man ella The Spirit hjá Will Eiser.
Superman sóu vit fyrstu ferð á filmi í 1941, har hann var við í sjey teknifilmum og tveimum sjónvarpsrøðum. Síðani tá hevur hann verið við í fimm filmum, nógvum sjónvarpsrøðum. Fyrsti spælifilmurin Superman and the Mole-Men kom longu í 1951 við sjónleikarinum George Reeves, ikki at mistakast við Christopher Reeves, ið seinni gjørdist Mr. Superman. Seinni kom Reeves álvarsliga til skaða og doyði seinni av sínum løstum. Kendasti Supermanfilmurin er Superman: The Movie, ið kom í 1978, har Reeves spældi Superman og sjálvur Marlon Brando spældi pápi hansara or-El.
Horvni Superman
Søgan í Superman er, at hann er horvin. Uttan verjuna frá honum, so eru brotsverkini vaksin sera nógv í býinum Metropolis og í øllum býum á jørðini. Við eitt er gamli fíggindin hjá honum Lex Luthor uppá spæl aftur. Hann er enn einaferð brotin úr úr serliga varda fongslinum. Nú hevur hann fingið atgongd til mest loyniligu vápnini hjá Superman á Krystalfortinum, ið er á Norðurpólinum. Hesin vil sjálvandi brúka hesi vápnini til at skapa eina apokalypsu og heimsumfatandi oyðilegging. Á henda hátt vil Luthor, ið er væl leiktur av Kevin Spacey (f. 1959). Hann kenna vit frá óførum filmum sum The Uusual Suspects, Seven, A Time to Kill, L.A. Confidential og American Beauty. Fyri filmin American Beauty fekk Spacey ein av 5 Oscarvirðislønum, ið filmurin fekk.
Lane og Kent
Daman hjá Superman er Lois Lane, ið Superman leingi var góður við. Tá filmurin byrjar, hevur Superman verið horvin í fimm ár, so hon er farin viðari við lívinum. Hon hevur entá skriva eina kenda greinarøð, ið kallast Hví heimurin ikki hevur brúk fyri Superman, ið hevur givið henni kendu Pulitzervirðislønina. Nù eigur hon eitt barn og er trúðlova við Richard, ið er systursonur hjá blaðstjóranum Perry White.
Superman hevur eina stóra kreppu
Superman hevur eina stóra kreppu, møguliga eina superkreppu. Hann leitar aftur á slóðina til barndómsheimið. Hann ferðast kring heimin, men so við eitt møtir hann Lois Lane aftur. Hann sær tí, at hann má búgva í Metropolis, har hann kann hjálpa fólkum. Hetta er gott, tí Lex Luthor er í ferð við at oyðileggja heimin.
Brandon Routh, ið spælir leiklutin sum Superman er væl valdur, tað vil siga, at hann líkist nógv Superman, men. Hann er føddur í 1979 og er rættuliga ókendu enn, hevur bert verið við í sjónvarpsrøðum, so sum Gilmore Girls, Will & Grace og øðrum.
Persónliga havi eg ongantíð dámt Superman sum hetju, og hesin filmurin gleið ikki væl niður. Skilti ikki so væl hendan filmin í mun til X-Men, Spiderman og aðrar. Superman er helst ein ov keðilig hetja.
3 stjørnur av 6.
Superman Returns
Leikandi:
Superman/Clark KentBrandon Routh
Lex LuthorKevin Spacey
Lois LaneKate Bosworth
Perry WhiteFrank Langella
Jimmy OlsenSam Huntington
Martha KentEve Marie Saint
Richard WhiteJames Marsden
Kity KoslowskiParker Posey
StanfordKal Penn
Young Clark KentStephan Bender
Leikstjóri Bryan Singer. 154 minutter. 11 ára aldursmark. Frumframsýndur í Havnar Bio, 4. august.










