SUPERLIGA
Hóast tríggir føroyskir spælarar hava sáttmála við feløg í superliguni, so spældi eingin í hesum umfarinum. Christian Høgni Jacobsen royndi seg fyrstu ferð næstsíðsta sunnudag. Men, sum vit søgdu í leygardagsblaðnum, so var hann hesu ferð á næstbesta Esbjerg liðnum.
Tað er einki stuttligt at spæla á seriuliðnum hjá Esbjerg. Teir eru í bólki við nógvum liðum á Sælandi, so talan er um nógva ferðing. Hesa ferð vóru teir í Ballerup, og Christian Høgni tykist miðvíst at arbeiða við at sannføra venjaran um, at hann eigur at vera á besta liðnum. Esbjerg tapti 3?2 íBallerup, og Christian Høgni skoraði fyrra málið.
Besta liðið hjá Esbjerg hevur í átta teimum seinastu dystunum fingið 21 stig. Hesa ferð vóru teir í Viborg, har teir vunnu 1?0. Tríggjar minuttir undan steðginum skoraði Michael Hansen einasta málið. Talan var ikki um nakað fótbóltsupplivilsi, men tað leggja teir í Esbjerg ivaleyst vertin á.
Nógv ferðsla í
FCK álopinum
Todi Jónsson bíðar framvegis. Skaðin heldur honum uttanfyri FCK álopið, har tað er nógv ferðsla, bæði so og so. Í síðstu viku hoyrdist, at Peter Møller hevði skrivað sáttmála við FCK. Í heimadystinum ímóti Lyngby varð hann settur á vøllin, tá tað restaði eitt korter. Viðhaldsfólkini hjá FCK hava ikki verið serliga fegin um henda handilin, og tað vóru nógv argandi bríksl at hoyra sunnudagin.
Ein annar FCK álopsspælari, 21 ára gamli Thomas Kjærbye, hevur givið skarvin yvir. Hann sær ongar møguleikar fyri, at hann skal fáa møguleikan á besta liðnum, og tí hevur hann skrivað sáttmála við AGF, har hann skuldi spæla fyrsta dystin longu í gjárkvøldið.
Á vøllinum gekk tað væl hjá FCK álopinum sunnudagin. At Lyngby er í stórari kreppu sæst alt betur á spælarunum og avrikunum. FCK vann 4?1 í Parkini, og tað sóu 8.812 áskoðarar. Miðvallarin Christian Poulsen skoraði tvær ferðir, og Zuma og Morten Bisgaard skoraðu eitt í part.
Brøndby framvegis fremst
Brøndby spælararnir vóru í Ikast, har veteranmálverjin hjá teimum, Mogens Krogh, spældi nógvu síni fyrstu fótbóltsár. Vónbrotið frá Europa Cup dystinum í Kroatia tóktist ikki darva. FCM megnaði ikki at gera nakað, og Brøndby vann 3?1.
AB hevur síðani teir mistu fleiri landsliðsspælarar, og síðani tað varð alment, at felagið er illa fyri fíggjarliga, vunnið nógvar dystir. Sunnudagin á Gladsaxe stadion smurdu teir Vejle av 4?0. Christian Lundberg, sum er annar av toppskjúttunum í superliguni við átta málum, skoraði tvær ferðir.
AaB er næstfremst, men teir skuldu ikki spæla fyrrenn í gjárkvøldið, tá AGF skuldi vitja í Aalborg.
Venjarin farin
Umframt AGF og Vejle er Silkeborg heilt illa fyri í botninum. Teir hava bara fingið trý stig higartil, og í gjár gekk tað, sum tað ofta ger hjá botnliðum. Eftir at Silkeborg í fyrradagin hevði tapt 2?1 í Odense ímóti OB, so varð venjarin, Benny Johansen, loystur úr starvinum í gjár. Morten Bruun, sum í mong ár var ein av stuðulsspælarunum, hevur nú ábyrgdina av liðnum. Hann er útlærdur tíðindamaður og hevur ta seinastu tíðina verið viðmerkjari í fótbóltssendingunum á TV Danmark rásini.
Kasper Dalgas, sum í summar flutti frá Vejle og til OB, skoraði bæði OB málini sunnudagin. Hann er annar av toppskjúttunum í superliguni. Einki er at ivast í, at teir í Vejle væl kundu hugsað sær at havt hann á liðnum.










