Keld Bordinggaard, sum seinnu árini hevur verið hjálparvenjari hjá Morten Olsen á danska fótbóltslandsliðnum, heldur at støðið í bestu donsku fótbóltsdeildini er ikki nóg høgt.
FC Keypmannahavn og Brøndby liggja langt frammanfyri øll hini feløgini í superliguni, men Bordinggaard heldur ikki, at hesi bæði feløg eru blivin so nógv betur enn hini feløgini. Heldur er tað, at liðini aftanfyri eru blivin verri.
- Vit mugu vera erlig og siga, at superligan er ikki so góð í ár. Tað eru ov nógv lið, sum ikki hava funnið rætta støðið. Tí mugu vit ikki halda, at FCK og Brøndby eru blivin so nógv betur enn hini liðini, tí tað eru tey ikki. Tað eru hini liðini, sum eru verri fyri, og sum skulu finna sítt rætta støði aftur, sigur Keld Bordinggaard við Jyllands-Posten.