Tríggir av mest garvaðu tónleikarunum í Føroyum spæla í Rex leygarkvøldið. Tá fara Jens Marni Hansen, sang og gittar, Pauli Magnussen, bass, og Henning Nikodemussen, trummur, at spæla. Teir tríggir hava áður spælt saman, men hetta verður fyrstu ferð, at talan bert er um eina trio.