Super Mario søkti Ongland

(HM 2014) Italia og Mario Balotelli vunnu lykladystin móti Onglandi

Italia vann dystin 2-1. Claudio Marchisio og Mario Balotelli skoraðu málini fyri Italia, meðan Daniel Sturridge skoraði málið fyri Ongland.

 

Les eisini: Uruguay í sjokk

 

Ongaln byrjaði við Raheem Sterling og Danny Welbeck á vøllinum, meðan Adam Lallana og Ross Barkley byrjaðu á bonkinum. Fyri Italia bleiv Gianluigi Buffon, royndi málverjin, ikki klárur til dystin.

 

Les eisini: HVør vinnur HM? Tín meining

 

Fyrsta málið kom tíggju minuttir fyri hálvleik, tá italsk samanspæl førdi til eitt skot frá Claudio Marchisio. Hóast skotið var uttanfyri brotsteigin, so endaði bólturin í málinum. Bara tveir minuttir seinni javnaði Daniel Sturridge, tá hann setti fótin á eitt innlegg frá Wayne Rooney.

 

Super Mario avgjørdi

 

Nógvi hitin í Brasil gjørdi sítt til, at lítið av ferð var á seinna hálvleiki. Tað kom bara tað eina málið í seinna hálvleiki, tá Mario Balotelli stútaði eitt innlegg í mál við aftari stong.

 

Les eisini: 10 spælarar at halda eyga við

 

Ongland royndi at trýsta Italia, men tað bleiv sjáldan vandamiklari enn okkurt hissini skot uttanfyri brotsteigin. Bæði Ross Barkley og Adam Lallana komu á vøllin, men einki hjálpti.

 

Ongland og Uruguay møtast um fýra dagar. Tá verður helst talan um, at tað liðið sum vinnur kemur víðari – tó uttan at avskriva Kosta Rika, sum vann á Uruguay fyrr í kvøld.

 

Ongland – Italia 1-2 (1-1)

0-1 Claudio Marchisio, 35

1-1 Daniel Sturridge, 39

1-2 Mario Balotelli, 50

 

Bólkur D:

1.     Kosta Rika 3(Stig)

2.     Italia 3

3.     Ongland 0

4.     Uruguay 0