Umstríddi Mario Balotelli er dagsins hetja í Italia. Við tveimum málum í fyrra hálvleiki tryggjaði hann Italia ein óvæntaðan sigur á favorittinum úr Týsklandi í hálvfinlauni í EM í kvøld.
Týskland byrjaði júst sum vænta við at leggja týst á Italia, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki stútaði Mario Balotelli brádliga eitt innlegg frá Antonio Cassano í mál. Málið tók luftina úr týska spælinum og teir vóru ikki at kenna aftur frá fyrr í kappingini.
Smáar tíggju minuttir fyri hálvleik bragdaði aftur hjá Super Mario, sum snýtti rangstøðufelluna og skoraði við neyvum og hørðum skoti stutt uttanfyri brotsteigin.
Týskland skifti út í hálvleikinum og inn komu Miroslav Klose og Marco Reus, men einki hjálpti. Italia vardi væl og spældi seg úr trýstinum. Inni í yvirtíðini bríkslaði dómarin fyri brotssparki til Týskland, sum Mesut Ozil skoraði uppá.
Tveir minuttir seinni bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð og Italia er í EM finaluni.
EM hálvfinalan:
Týskland Italia 0-2 (1-2)
0-1 Mario Balotelli, 20
0-2 Mario Balotelli, 36
1-2 Mesut Ozil, 90+2 (br)
Týskland: 4-2-3-1
Neuer - Boateng, Hummels, Badstuber, Lahm - Schweinsteiger, Khedira - Kroos, Ozil, Podolski - Gomez.
Á bonkinum: Wiese, Gundogan, Schmelzer, Howedes, Schurrle, Klose, Mueller, Bender, Mertesacker, Gotze, Reus, Zieler.
Italia: 4-4-2
Buffon - Balzaretti, Barzagli, Bonucci, Chiellini - Pirlo, Marchisio, Montolivo, De Rossi - Balotelli, Cassano.
Á bonkinum: Sirigu, Ogbonna, Thiago Motta, Abate, Di Natale, Giaccherini, Borini, Giovinco, Diamanti, Nocerino, De Sanctis.
Dómari: Stephane Lannoy (Frakland)










