Fyri tveimum árum síðani brast ein bumba í altjóða fótbólti, tá 12 feløg boðaðu frá, at tey fóru at skipa sína egnu Super League uttanum UEFA og vanligu landskappingarnar. Hetta uppskotið bleiv skotið niður og 9 av feløgunum bakkaðu.
Nú er nýtt lív komið í Super League. Hesa ferð er uppskotið, at millum 60 og 80 feløg spæla í eini kapping fyri seg, heldur enn at luttaka í evropsku kappingunum hjá UEFA. Tað sigur Bernd Reichart, sum er stjóri í fyritøkuni A22, ið hevur fingið til uppgávu at skipa nýggju Super League og at fáa stuðlar.
Í mun til upprunaliga uppskotið um Super League, so hevur einki felag serrættindi at luttaka í kappingini. Endamálið er, at feløg vinna seg víðari til kappingina gjøgnum landskappingina. Síðani verða feløgini deild í fýra deildir og spæla áleið 14 dystir um árið.
Tað eru av sonnum rembingar í altjóða fótbólti, nú ríkmenn og heil lond keypa fótbóltsfeløg. Stórfeløg sum Juventus og FC Barcelona bløð fíggjarliga, meðan bæði Liverpool og Manchester United eru sett til sølu, tí eigararnir ikki síggja seg førar fyri at kappast við undangongufeløgini sum Manchester City og Paris Saint Germain, ið hava oljuríkar statir sum eigarar. Newcastle er eisini á veg.
Gjógvin millum tey ríki og tey minni ríku veksur. Millum annað keypti Chelsea fyri fleiri pengar enn feløgini í La Liga, Seriu A, Ligue 1 og Bundesliguni samanlagt. Tí er ein partur av dystinum ein dystur millum Premier League og hini, men samstundis vóru seks Premier League feløg við í upprunaliga uppskotinum um Super League.
Feløgini í upprunaligu Super League vóru Arsenal, Chelsea, Liverpool, Manchester City, Manchester United, Tottenham, AC Milan, Inter Milan, Juventus, Atletico Madrid, Barcelona og Real Madrid.
Real Madrid, Barcelona og Juventus eru tey einastu, sum enn svørja til Super League, sum fekk ein massivan kritikk.