Super Dekk - søkir eftir fólki í donskum bløðum

Í Motor Magasinet, blaðið hjá donsku bilvinnugreinini, stóð herfyri ein grein við yvirskriftini "Søger mekanikere til Færøerne". Greinin var um Super Dekk í Havn, sum á henda hátt søktu eftir mekanikarum. Stjórin á Super Dekk, Fríðrikur Bláhamar, sigur, at tað er so gott sum ómøguligt at fáa faklærda arbeiðsmegi

Nú tað aftur eru góðar tíðir í Føroyum, er tað blivið ein trupulleiki innan flestu vinnugreinar at fáa faklærda arbeiðsmegi. Hetta líkist tíðini í 80´unum, tá ein stórur partur av arbeiðsfólkunum í Føroyum vóru útlendingar. Alt skuldi gerast í senn, og vit høvdu ikki nærtil so nógv arbeiðsfólk sum brúk var fyri.
Danir royndust væl
Ein av fyritøkunum sum merkir sviðan av hesi gongdini er Super Dekk í Havn. Fríðrikur Bláhamar sigur, at teir í 80´unum høvdu fleri danir í arbeiði ið royndust sera væl. Hann vónar at greinin í Motor Magasinet gevur úrslit. Tá tað ikki ber til at fáa fólk í Føroyum, mugu vit royna uttanlands, sigur Fríðrikur