?Árið í ár hevur verið vánaligt. Og tað sæst aftur á seyðinum.
Dánial Joensen, bóndi á Kjalnesi í Kollafirði, er royndur seyðasýnismaður.
Hann hevur í nógv ár ferðast kring landið at sýna seyð og hann var eisini ein av dómarunum á sýningini í Hvalba leygardagin. Hetta er triæju ferð, hann sýnar lomb í Hvalba
Og hann er samdur við hvalbingar í, at seyðurin í hvalba var nógv verri í ár, enn hann hevur verið onnur ár.
Men hann sigur, at tað er ikki bara í Hvalba, at seyðurin er verri í ár, enn vanligt, tí tað er um alt landið
Hann sigur, at tað er onki at ivast í, at tað er veðrið í vár, sum hevur alla skyldina.
? Tað var óvanliga kalt í mai mánaða, og tað førdi við sær, at ærnar mistu mjólkina, júst tað tíðina, lombini hava mest brúk fyri henni.
?Kuldin førdi eisini við sær, at gróðurin kom sera seint.
Og avleiðingarnar av tí, síggja vit nú. Ikki bara í Hvalba, men um alt landið, sigur kjalnesbóndin.
Hann skal tí ikki vera hansara orð, at orsøkin til tað vánaliga úslitið í Hvalba um vikuskiftið er, at hvalbingar hava dripið tey bestu lombini heldur enn at gera tey til brund.
? Tað er nógvastaðni kring landið, at tað verður latið ill at í ár.
Annars heldur Dánial Joensen, at tað er sunt at kapping er komið í seyðahaldið.
Í so máta hava seyðasýningarnar verið eitt stórt framstig fyri føroyskt seyðahald, tí nú eru menn farnir at kappast um at hava vakran og góðan seyð.
Og sum heild er seyðurin blivin nógv betri um alt landið, síðani seyðasýningarnar byrjaðu.
Hann nevnir t.d., at fyrsta árið, hann var í Hvalba, legðu hann merki til, hvussu nógvur seyður var skeivt føttur. Tað er blivið nógv betrið við tí nú.
Og sum heild halda vit ,at seyðurin er blivin nógv vakrari við tað, at menn gera sær nógv størri ómak at velja brund.
Tá ið seyðurin verður sýnaður, verður hugt eftir, hvussu ullin er, hvussu hann stendur og, hvussu hann ber seg annars.
Somuleiðis verður hann máldur um bringuna, um mjóryggin og hæddin verður máld.
Tað er sostatt ikki altíð tann størsti steyðurin, sum fær virðislønirnar.
Hava ov nógv á
Annars sigur bóndin á Kjalnesi, at seyðurin í Suðuroynni er minni enn seyðurin norðanfyri.
Og hann heldur, at orsøkin til tað kann vera, at suðuroyingar hava nakað nógv á.
Hann sigur, at tað loysir seg avgjørt ikki at hava ov nógvan seyð.
?Tað er nógv betri at hava minni seyð á. Tí tá verður seyðurin nógv betri og tað fáast uttan iva væl fleiri kilo burturúr slaktinum.
So kjalnesibóndin heldur, at tað kundi verið ein møguleiki, sum suðuroyingar kundu umhugsa, at minka áseyðatalið.