Tað verður Sunrid Hansyardóttir Olsen, sum verður netsamskipari í barnaverkætlanini hjá Vágs kommunu.
Vágs kommuna søkti herfyri eftir einum netsamskipara til barnaverkætlanina hjá kommununi.
Tá freistin at søkja var farin, høvdu fimm fólk søkt starvið.
- Setanarbólkurin var samdur um at seta Sunrid Hansyardóttir Olsen sum netsamskipara. Talan er um eitt verkætlanarstarv í trý ár.
Hetta siga tey í Vágs kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at Sunrid Hansyardóttir Olsen er útbúgvin sosialráðgevi og hevur drúgvar starvsroyndir úr Danmark og Føroyum við børnum, ungum og innan familjuøkið.
- Á síni starvsleið hevur hon eitt nú arbeitt við fyribyrging, tvørfakligum samstarvi, ráðgeving, netverksfundum og at byggja brýr millum skúlar, heim og myndugleikar, siga tey í Vágs kommunu.