Sunnunáttin gerst ein tíma styttri

Sunnunáttin verður ein tíma styttri enn allar aðrar nætur í árinum.

John Johannessen


Sunnunáttin verður ein tíma styttri enn allar aðrar nætur í árinum. Orsøkin er, at klokkan eitt sunnunáttina skal klokkan førkast frá vetrartíð til summartíð. Tað merkir, at hon skal flytast ein tíma fram.

Avleiðingin av hesum verður, at tey, sum ætla sær út at mála býin reyðan sunnunáttina, fáa ein tíma enn vanligt til høvið.

Tó kunnu fólk ugga seg við, at tað eftir sunnudagin fer at verða ein tíma longur ljóst um kvøldarnar. Harafturat nærkast summarið og ljósu næturnar?