Komandi sunnudag verður minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Eins og undanfarin ár verður dagurin hildin, við at blómur verða lagdar á støð, har ferðsluvanlukkur, ið hava kravt mannalív, hava verið. Stigtakari og fyrireikari av tiltakinum er Ingi Gunnarsson, ið sjálvur fekk stóran skaða í eini ferðsluvanlukku í 1977. Hann sigur at orsøkin til hetta tiltak er, at ferðslan krevur alt ov mong mannalív, og endamálið er at fáa okkum øll at ansa okkum betur í ferðsluni.