Tá klokkan ringir til gudstænastu sunnudagin í Hoyvíkar kirkju verður tað ein serstøk gudstænasta í tveimum førum. Í fyrsta lagi verður hetta fyrstu ferð at sunnudagsskúli verður hildin í kirkjuni.
Kirkjuráðið hevur í eina tíð arbeitt við hesi ætlanini, og nú verður hon so sett í verk.
Skipanin verður hon, at børnini fara niður í kirkjukjallarin undan prædiku og verða heintað av foreldrunum aftur eftir gudstænastuna.
Í øðrum kirkjum, har líknandi sunnudagsskúlar eru settir í verk, hevur ein sæð, at talið av kirkjugangarum er økt munandi eftir at sunnudagsskúlin er byrjaður.
Í øðrum lagi verður hetta ein serstøk gudstænasta, tí at hetta verður fyrstu ferð at nýggi presturin Ann Dahl Hansen skal prædika í heila tikið, eftir at hon varð prestvígd seinasta sunnudag.