Jóan Pauli Joensen
Formaður í Grundlógarnevndini
?????????????????????????????
Nú er tað komið undan kavi, at tingið skal setast á ólavsøku, uttan mun til um tað er sunnudagur ella gerandisdagur. Soleiðis sigur stýrisskipanarlógin. At at bíða til mánadag við setanini er lógarbrot. So sigur lógin, so har er einki við at gera.
Tað er eitt og annað, sum sigur okkum, at kanska er núverandi stýrisskipanarlóg ikki tugd og tanlað nóg væl, áðrenn hon í síni tíð varð samtykt. Nú kollveltir tað helst ikki eitt samfelag, um ting tess verður sett ein sunnudag. Hin vegin gnagar tað hjá fleiri, sum tí ynskja tað ørðvísi.
Stýrisskipanarlógin hevur uppi í sær nógv av tí, sum eisini er partur av eini grundlóg. Hóast tað hevur verið eitt sindur friðarligt um grundlógararbeiði ta seinastu tíðina, heldur hetta arbeiði áfram. Tað ger tað ikki bert uppi á loftinum á Skansapakkhúsinum, men vónandi eisini í høvdunum á teimum samfelagsfrøðingum og teimum politikarum sum sita í grundlógarnevndini. Høvdið hevur ein tíbetur altíð hjá sær, uttan mun til um ein er á fundi ella um er summarfrí, har ein er á floti, í bjørgunum ella aðrastaðini. Tað ber tíbetur altíð til at hugsa og fáa hugskot og lata frætta frá sær. Ofta er tað í slíkum løtum tá strongdin setur úr kroppinum at eitt og annað klókt ger seg leyst inni í heilanum og leitar sær fram í tilvit og medvit. Latum okkum fáa henda summarsins ávøksturin til høldar, tá vit hittast aftur.
Í hesum sambandi er tað ein tanki sum ofta hevur verið borðin fram í øðrum høpi, sum er verdur at hugsa um og taka fram aftur, ikki minst hjá politikarum og kanska einamest hjá floksformonnum, nú steðgur er í politiska leikinum eina løtu. Tað er spurningurin, um tað ikki hevði verið tað rætta, rættiliga skjótt at skifta stýrisskipanarlógina ut við eina føroyska grundlóg, eftir teirri mannagongd, sum er fyriskipað í stýrisskipanarlógini. Tá kundu vit umframt at fingið grundlógarfest tey samfelags- og mentanarvirði, ið vit ynskja at byggja okkara føroyska samfelag á, um somu leið fingið dagført tað, sum treingir til ábøtur í núverandi stýrisskipanarlóg og sjóða hana saman við grundlógina.
Tað mátti borið til hjá øllum flokkum at funni fram til eina skilagóða semju sum heldur savnaði enn spjaddi fólk okkara. Tað tykist sum so at siga allir flokkar eru á einum máli um at Føroyar eru eitt fólk og ein serstøk tjóð við øllum teimum rættindum og teimum eyðkennum sum mynda eina slíka. Tað átti tí at borið til samst um at fingið hetta skrivað í eina føroyska grundlóg sum grundleggjandi fatan hjá øllum føroyingum. Hin vegin eru vit kortini sambært siðvenju og sáttmála tengd at danska ríkinum, men tað koyrir ikki ta fyrru fatanina um koll.
Tað mátti borið til at tikið saman um støðuna sum hon er í løtuni í eini grundlógargrein, samstundis sum tað greitt verður sagt, at tað er fólkaviljin sum til eina og hvørja tíð avgerð, hvussu langt vit fara á fullveldisleið: um vit ynskja at fara úr ríkisfelagskapinum við Danmark fult og heilt, um vit ynskja at koma eitt fitt stig longur móti fullveldi, ella um vit kanska hava ynskju um at knýta okkum tætteri at Danmark ella øðrum veldi. Tað eigur at verða skrivað í grundlógina hvussu mannagongdin skal vera tá ynski fólksins skal fremjast. Ein slík semja vildi gjørt grundlógararbeiði hugaligari og meira spennandi og fingið tað fram í brennudepulin sum eitt arbeiði sum veruliga hevur týdning ikki bert einaferð í framtíðini, men fyri okkum her og nú..
Her er nakað at hugsa um hjá okkum á hesi ársins tíð har ljósið enn er meira enn myrkri. Ikki minst nú tá sett er á at bora tað fyrsta holið niður í tað oljuríkidømi sum vit øll bíða eftir. Men skjótt kemur heystið. Gott summar og góða tingsetu.