Fyrrapartin fríggjadagin varð sagt, at landskappingardysturin í Formula deildini millum NSÍ og KÍ ikki fór at verða spældur sunnudagin.
Tá varð sagt, at dysturin var útsettur til týsdagin.
Seinnapartin fríggjadagin komu boð um, at dysturin ikki verður fluttur, men at hann verður spældur seinnapartin sunnudagin soleiðis, sum tað er ásett í skipanini.










