Sunnudagin 4. Juli, er minningardagur fyri tey, sum eru deyð í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.
Ráðið Fyri Ferðslutrygd sigur, at endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja ferðsluvanlukkum og fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma. Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni er altíð fyrsta sunnudag í juli. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.
Tað var Ingi Gunnarsson, sum tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Tað var í 2000 og tað er framvegis hann, sum samskipar tiltakið í samstarvi við onnur.
Blómur á Tinghúsvøllinum
Øll árini, síðani tiltakið byrjaði, eru blómutyssi løgd á støð, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív. Hesa ferð verður tað skipað eitt sindur øðrvísi. Tíðliga sunnumorgunin fara sjálvboðin at leggja 289 blómutyssi á Tinghúsvøllin í Havn - eitt blómutyssi fyri hvønn av teimum, sum eru deyð í ferðsluvanlukku í Føroyum.
– Tað er vanlukkuligt tá ið fólk doyggja, ella fáa varandi mein í ferðsluni. Við hvørt eru tað smálutir og tilvild sum avgera um ein vanlukka endar við deyða ella álvarsligum, varandi mein. Og fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar, verða øll ávirkað.
Síðani seinasta minningardag hevur ongin mist lívið í ferðsluvanlukku á føroysku vegunum. Hetta er sambært skrásetingunum hjá løgregluni.
Seinnu árini hevur verið alt longri millum álvarsligu ferðsluvanlukkurnar og talið á teimum, sum doyggja í ferðsluni, og hetta er at fegnast um. Men talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða tykist ikki at flyta seg. Í 2020 skrásetti politiið 36 ferðsluóhapp við fólkaskaða. Tey síðstu 10 árini hevur hetta talið ligið um 30-35. Um aldarskiftið var hetta talið annars tvífalt so stórt, men tað hendi ein stór broyting til tað betra, millum annað tá promillumarkið varð broytt. Men síðani hevur talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða verið á leið tað sama á hvørjum ári.
Null-hugsjónin sigur tó, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni í Føroyum. Tí má annað og meira til, fyri at fáa talið av óhappum við fólkaskaða enn longur niður.
Ráðið fyri Ferðslutrygd metir, at tað er av umráðandi og alstórum týdningi, at farið verður undir skipaðar kanningar av øllum álvarsligum ferðsluvanlukkum í Føroyum.
Víst verður í hesum sambandi til ’Ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar 2019-2027’, har mælt verður til at seta í verk skaðakanningarnevnd fyri ferðsluóhapp í Føroyum.
Hetta er fyri at fáa neyðuga vitan um álvarsligar ferðsluvanlukkur. Hví tær hendu og hvussu líknandi vanlukkur kunnu fyribyrgjast framyvir. Tað er ein virðiligur máti at læra av vanlukkuligu hendingunum, sum tykjast so óneyðugar og meiningsleysar, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.