Komandi vikuskifti verða tveir dystir spældir í Havn. Tá er kappingarskipanin nevnliga soleiðis, at bæði HB og B36 hava heimadyst móti ávíkavist NSÍ og Skála.
Tað er merkisvert, at hetta er gjørt, tí samstundis er nú lagt upp til, at vikuskftið, 12. august, verður uttan nakran fótbóltsdyst í Gundadali.
Vanliga hevur tað annars verið so, at havnarfeløgini upp á skift hava átt heimavøll, soleiðis at fótbóltur hevur verið í Gundadali hvørt vikuskiftið. Sum skilst, so hava feløgini eisini roynt at býtt um, soleiðis at B36 kundi fara inn á Skála komandi vikuskifti, men heldur ikki hetta bar til.
Tí hava feløgini avrátt, at tey í vikuni fara at kasta lut um, hvør teirra skal spæla sunnudagin og hvør skal spæla mánadagin.










