Sunnrid og Gunnvá halda skil á Voxbotn-gestunum

- Vit byrjaðu klokkan 9 í morgun, og so halda vit fram til klokkan umleið 4 í nátt

Tvær av teimum, sum hava nógv um at vera til ársins Voxbotn tiltak, eru Sunnrid í Gong og Gunnvá Eysturoy, sum eru vaktir fyri Ítróttarfelagið Argir.

Tær hava verið vaktir nærum á hvørjum ári, síðan Voxbotn varð hildið fyri fyrstu ferð, og í ár standa tær báðar fyri vaktarskipanini hjá ÍA á Voxbotn. 

Hvat er tað besta við at vera vakt á Voxbotn?

Sunnrid: Tað er spennandi at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind.

Gunnvá: Ja, tað er stuttligt at fáa alt at hanga saman.

Hvørjar kunnu avbjóðingarnar vera?

Sunnrid: Bátarnir fara altíð at vera ein avbjóðing. Vit skulu halda skil á, hvør er innan fyri, og hvør er uttan fyri. Øll skulu vera glað, og vit skulu tryggja, at har ikki koma ov nógvar klagur.

Gunnvá: Tað er eisini ein avbjóðing at skaffa eina rúgvu av vaktum saman. Vit brúka umleið 100 vaktir. Summi ganga aftur, og summi taka fleiri vaktir.

Hvussu sær tykkara Voxbotn út burtursæð frá vaktararbeiðnum?

- Vit eru lidnar at arbeiða, tá Voxbotn er liðugt. Vit byrjaðu klokkan 9 í morgun, og so halda vit fram til klokkan umleið 4 í nátt.