Sunnleif Rasmussen eigur ársins kompositión í opna flokkinum. Tað bleiv avdúkað til FMA tiltakið beint í áðni. Talan er um kompositiónina: Songs of solitude and night.
Sunnleif Rasmussen var til staðar í Norðurlandahúsinum í kvøld, og hann nýtti høvi at takka tónleikarunum, sum hann hevur samstarvað við.
– Takk fyri at tit gjørdu hetta verkið til veruleika. Mín skrift á pappír er einki í sjálvum sær uttan tónleikararnar, segði Sunnleif Rasmussen.