Sunnleif góð ummæli

Sunnleif Rasmussen fær góð ummæli fyri verkini, ið framførd vórðu á Musikfestspelen Korsholm, sum var frá 27. juni til 5. juli

Føroyska tónaskaldið, Sunnleif Rasmussen, var um mánaðarskiftið juni/juli við 11 verkum høvuðsnavn á Musikfestspelen Korsholm í Finlandi.
Festivalurin var frá 27. juni til 5. juli.
Fjølmiðlarnir lata væl at verkunum hjá Sunnleifi.
Huvudstadsbladet skrivar millum annað um Songs of Seasons:
»Og ligesom i mange af sine andre værker fra det seneste årti ? blandt andet den af Nordisk Råd prisbelønnede Symfoni Oceanic Days ? går Rasmussen tilage til den narrative færøske ballade-tradition, og det konkrete kvad får lov at styrke det associationsmæssige såvel som de rent musikalske processer, men i baner som beskriver sine forløb på betryggende afstand fra stoffet.«
Sunnleif Rasmussen verður av Vasablaðnum spáddur til at fáa eina stóra karrieru í Finlandi, tí hansara tónleikastílur líkist nógv tí hjá finnum.