Nú Havnin fyllir 100 er hóskandi við eini serstakari kantatu, sum gongur nýggjar tónlistarligar leiðir og samstundis tekur støði í tí bygda umhvørvi, sum er kring Vaglið og Tinghúsvøllin. Hetta heldur í øllum førum tónaskaldið Sunleif Rasmussen, sum hevur skrivað nýggja kantatu til Tórshavnar Kommuni.
Kantatan verður øðrvísi á tann hátt, at allur Tinghúsvøllurin verður tikin við í framførsluna.
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommuni lýsir Sunleif Rasmussen nýskrivaðu kantatuna soleiðis:
- Ætlanin er at samnantvinna fortíð og nútíð í eina tónleikaframførslu, ella sjov, ið fevnir um kórsang, kingosang, kvøðing, messingblásarar, solosang, elgittar, percussion og elektrontónleik. Kór, solosangarar, elgittar, percussion og dirigentur standa á vøllinum. Kvæðabólkur dansar í býráðsgarðinum og kingosangarar standa og syngja millum Hafnia og Gamla Bókahandil. Tveir trombonleikarar standa á takinum á gamla Apotekinum, tvær trompetir blása úr báðum vindeygunum á Tinghúsloftinum og tvey horn úr vindeygunum á Býráðsloftinum. Samstundis streymar elektroniskur tónleikur úr seks sourroundhátalarum runt alt økið á Vaglinum.
Tekstin til nýggju kantatuna skriva Sólrun Michelsen, Oddfríður M. Rasmussen og Carl Jóhan Jensen.
Ólavsøkukantatan 2009 varir 20 minuttir og eftir hana heldur vanligi kórsangurin fram við sama kóri undir Tinghúsinum.