Sunniva Kallsberg 75 ár

Sunnudagin 22. juli verður Sunniva Kallsberg í Havn 75 ár.

Sunniva er dóttir Poulu og Zacharias Sørensen. Poula var ættað úr Hvalba, og Zacharias var ættaður av Kirkju, og tað er haðani, at Sunneva navnið stavar. Foreldrini hjá Zachariasi vóru Søren Pram og Sunneva Sørensen, og Sunneva var ættað úr Kelduhúsinum í Hattarvík. Tað kann sigast, at tað er neyvan vandi fyri, at hetta Sunnivu navnið fer at doyggja út, tí ikki færri enn fýra Sunnivur eru uppkallaðar eftir ommuni. Her kann eisini verða nevnt, at pápi Søren, Zacharias Michelsen, sum var langabbi Sunnivu, er umrøddur í Tórshavnar skúlasøgu, sum ein framúrskarandi næmingur.


Pápi Sunnivu var í mong ár skúlastjóri í kommunuskúlanum Havn, og tey búðu í húsunum í Grím Kambansgøtu, sum Frants, sonur gamla Restorff bygdi. Tey vóru tilsamans átta systkin.


Sum ung hevði Sunniva eins og nógvar gentur útlongsul, og hon fór niður til Danmarkar í húspláss. Her kom hon at vera hjá Poul Hartling, sum seinni gjørdist formaður í flokkinum Venstre og seinni eitt skifti forsætismálaráðharri. Enn seinni gjørdist hann flóttarfólkakommiserur hjá ST.


Aftaná tað fór Sunniva á læraraskúla í Danmark. Í Danmark kom hon at hitta Einar Kallsberg, sum las til cand. polit. Hann var sonur Gunnar Kallsberg í Klaksvík, ættaður úr Leirvík, og fyrru konu hansara Ellu.


Tey giftust fyri júst 50 árum síðani. Einar fekk arbeiði í danska uttanríkisráðnum. Eitt skifti búðu tey tvey ár í Washington, har Einar arbeiddi á donsku sendistovuni.

Seinni fekk hann starv sum serkønur í føroyskum málum í danska uttanríkisráðnum. Men boð vóru eftir honum, og í 1976 flutti tey til Føroya, har Einar gjørdist skrivstovustjóri. Tað vóru stórar vónar settar til hann, tí hann var roknaður fyri at vera tann maðurin, sum vit júst tá høvdu brúk fyri at leiða almennu umsitingina, men longu í 1980 doyði hann, bert 48 ára gamal.


Nakað seinni fann Sunniva saman við Dánjal Magnussen, sum var einkjumaður, men hann doyði í 2002.


Heima í Føroyum hevur Sunniva arbeitt í skúlanum í Hoyvík og í barnagarðinum hjá nonnunum.

Stutt sagt kann sigast, at tað er stuttligt at kenna Sunnivu. Hon er altíð sera blíð og er altíð við tí góða orðinum, tá komið verður á tal við hana. Hon er framvegis sera virkin, og tá ein møtir henni, er eingin ivi um, at hon er á veg til okkurt. Hon er nevniliga sera virkin. Hon fer javnan niður á háskúla á ymisk skeið. Í Føroyum er hon nógv í Tilhaldinum. Hon er morgunfrúa í svimjihylinum. Sunniva hevur tann góða eginleika at hon vitjar nógv familjuna. Hon hevur eisini gott skil á ættini, og tað er meira enn so komið fyri, at hon hevur dugnað tí, sum skrivar hesar reglur, tá skrivað hevur verið um ætt hennara á Kirkju.


Børnini eru trý. Tey eru Sverri, sum arbeiðir á Statoil, Nanna, sum er sjúkrasystir og Per, sum arbeiðir hjá J & K Petersen. Ommubørnini eru sjey í tali, og sagt verður at hon er ein ófør omma, sum tekur sær væl av ommubørnunum.


Sigast kann, at 75 ár er eingin aldur í hesi familjuni. Mamma Sunnivu, Poula, gjørdist 101 ár, og Sunniva hevur átt fleiri pápabeiggjar, sum hava táttað í 100 ár.

Ynskt verður Sunnivu hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum.



ó.