Tá hon var fimm ára gomul fóru foreldrini hvør til sítt, og longu sjey ár seinni lat mamman lív. Men hóast barndómurin ikki var lættur, hevur Sunneva Háberg Eysturstein ongantíð tikið synd í sær sjálvari.
- Hjúnaskilnaðurin og deyðin hjá mammuni hava verið við til at ment meg sum persón og hava verið týðandi punkt í mínari menning. Men sum barn var tað tað, sum tað var. Okkurt hendi, so fór man bara víðari, sigur hon.
Sum átjan ára gomul valdi Sunneva Háberg Eysturstein at flyta heimanífrá.
- Eg var átjan ár og hevði hug at royna at hava mítt egna og klára meg sjálva, so eg flutti saman við nøkrum øðrum ungum í eina íbúð í Fuglafirði, greiðir hon frá.
Fuglafjørður er tó ikki nógv størri ella øðrvísi enn Leirvík, og tað gekk heldur ikki leingi, áðrenn unga leirvíkskvinnan fekk hug at royna okkurt heilt øðrvísi.
- Eg hevði framhaldandi hendan hugin at royna okkurt øðrvísi og nýtt. At fara úr Leirvík til Fuglafjarðaar føldist stórt tá, men tað var bara ikki nokk, so eg fór úr Fuglafirði til Íslands, sigur Sunneva Háberg Eysturstein, sum um hetta mundi metti, at Føroyar vóru ov stirvnar.
- Sum hjá flestu nítjan ára gomlum, so helt eg, at Froyar vóru ikki akkurát tað. At Føroyar vóru modnar og lítlar, og eg hevði hug at royna nakað nýtt og annað, sigur hon.
Í HON, sum verður borin í hvørt heim í morgin, er longri samrøða við Sunnevu Háberg Eysturstein um lívið. Eisini er samrøða við Heidi Zachariasen, sum starvast sum ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum og í Noregi.
Eisini ummæla vit sjokolátukøkur, Heidi hevur aftur verið til innkeyp og Birita á Løgmansbø Bláhamar bjóðar okkum heim til sín.