Leygardagin varð skipað fyri árliga tiltakinum hjá Hvistuni, ið er Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon, og vóru í ár um 180 luttakarar.
Tiltakið hevur undanfarin ár verið runnið og gingið í september, men nú Føroyaleikirnir vóru fyriskipaðir í summar, var avtalað at 1/2marathon tiltakið í Suðuroynni bleiv í summar.
Luttakararnir møttu í ítróttarhøllini á Eiðinum í Vági, og eftir at hava skift og fingið nakað av kunning, koyrdi bussur til Porkeris har byrjað var við Minnisvarðan. Teinurin, ið er 21,1km til longdar, var úr Porkeri til Vágs, síðani úr Vági til Lopra og út á Akrar, har tað bleiv vent, og so lá leiðin aftur til Vágs, har málið var á Eiðinum. Veðrið var gott til renning og í mun til undanfarin ár, so var hesaferð heiðursmerkir til nummar 1, 2 og 3 sum partur av Føroyaleikunum. Luttakararnir í ár vóru allar flestu úr Føroyum, men eisini nakrir danir og ein fransmaður, frættist frá fyrireikarunum.
Hávard Vatnhamar, sum skal umboða Føroyar til paraolymiskuleikirnar í Japan um stutta tíð hevði valt at luttaka til tiltakið í Suðuroynni, og helt hann eftir tiltakið at hann hevði fingið eina sera góða venjing av hesum túrinum.
Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon verður aftur partur av Føroyaleikunum í 2022, ið verða frá hósdegnum 30. juni til og við sunnudagin 3. juli, og tá verður runnið og gingið leygardagin 3. juli 2022, boðar rørslufelagið Hvistan frá.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##