Gretha og Pauli Lassen í Vági hava vakstrarhús og har standa eini 3 súreplatrø. Tey eru av bæði donskum og norskum slag, men felags er, at tey bera bæði góð og sera stór súrepli.
Gretha hevur júst tikið súrepli og fleiri teirra vóru sera stór. Hálvt pund og 230 og 330 gramm. Hetta má sigast at vera stór súrepli, og so enntá í Føroyum
Gretha hevur longu kókað eini 10 pund av súreplum og eisini givið burturav. Men nú stendur hon aftur við fullum fati av stórum súreplum.
Í vakstrarhúsinum vaksa eisini aðrar fruktir, so sum jarðber og perur.